Loysnir frá Formula fevna um forrit og skipanir, sum eru gjørd av Formula, og skipanum sum stava frá viðurkendum útlendskum fyritøkum. Formula hevur í dag fleiri størri tíðarhóskandi loysnir koyrandi, har Formula bæði hevur røkt av útgerð og hjálp við brúkarastuðli, umframt ráðgeving. Haraftrat kemur telduútgerð, hátøknifrøðilig útgerð til fiskivinnuna og ein rúgva av tænastuveitingum innan KT. Formula er eisini útvegari av aðrari tøknifrøðiligari skrivstovuútgerð, serliga kopimaskinum. |